Alinótir við Thorn-D®
Folia við Thorn-D®
Farcoat hevur gjørt umboðsavtalu við Hollendska virkið Micanti, ið framleiðir umhvørvisvinarligar alinótir við heitinum
Thorn-D®

Thorn-D® er ein slóðbrótandi tøkni innan verju ímóti gróðuri á alinótum, tí Thorn-D® er ein fysisk verja, ístaðin fyri eina kemiska verju og virkar tí í fleiri ár.
  - Alinótir við Thorn-D® eru umhvørvisvinarligar.
  - Thorn-D® heldur sær til alla livitíðina á nótuni.
  - Thorn-D® kann setast á Nylon, polyester, Dyneema®, HDPE, PVC, stál, aluminium
Tað ber eisini til at fáa foliu við Thorn-D®. Folian virkar á sama hátt sum nótirnar.
Við at seta foliuna á t.d. skip, er tað ikki neyðugt at viðgera skipi aftur við botnmáling.  Folian er lætt at seta á og eisini at taka av aftur (eingin slíbing).
Folia við Thorn-D® virkar bæði við konstruksjónir, ið flyta seg á sjónum og eisini til tær, sum liggja meira ella minni still og er tí vælegna til alt.
Koparbotnmáling virkar eisini á sama hátt, men er kostnaðarmikil, heldur sær ikki líka leingi sum Thorn-D® og er bannað at nýta í flestum londum, tí tað er ikki umhvørvisvinarligt. Vanlig botnmáling virkar einans tá skipi e. t. flytir seg í sjónum og helst við góðari ferð við at fáa gróðurin av aftur, ið hevur fest seg meðan tað lág stilt.
Folian kann nýtast til t.d.
  - Bátar & skip
  - Flótibrýr, boyur
  - Fóðurflakar o.m.a.

Farcoat - Tjaldursvegur 12 - FO-800 Tvøroyri - Faroe Islands - Tel: (+298) 57 21 82 / 57 59 29 - Email: info@farcoat.com
CopyrightÓ JBO 2007
Alifyritøkur, ið hava valt at nýta Thorn-D, fáa ein "Cost - Benifit" plan, sum ikki kann samanberast við nakað annað á marknaðinum.